Mikudagin 15. oktober kl. 19.00 - 20:30
Hesin fyrilestur er eisini góður til arbeiðspláss, har man hóast ymiskleika, skulu arbeiða tætt og væl saman.
Vit eru øll sera ymisk - og er tað ein styrki
Tær nýtast ikki at hyggja langt fyri at síggja og uppliva hvussu ymisk vit eru. Mamma og pápu tín eru sera ymisk. Pápi tín kann gott vera sera introvertur róligur og stillur, meðan mamma tín kann vera ekstruvert, útatvent og ótolin.
Tíni syskin eru eisini ymisk. Eitt av tínum sysknum kann gott vera sensutivt, róligt, milt og tolin, meðan eitt annað sysktin gott kann vera ótolin, rokaligur og stýrandi.
Tínu egnu børn eru eisini ymiskt. Tað elsta kann gott vera struktuera, pliktuppfyllandi og væl skipa, meðan tað næsta barni kann gott vera kreativt, óskipa og spontant.
Tín egni maki er við vissu øðrvísi enn tú. Tín maki kann tveita gaflar, knívar og skeiðir í uppvaskimaskina, meðan tú ynskir at leggja allar knívar fyri seg, gaflar fyri seg og skeiðir fyri seg.
Fyrilesturin er fakligur, men eisini jaligur og stuttligur - har tú kemur at kenna teg sjálvan eitt sindur betri og skilja tey sum tú livur saman við eitt sindur betri.

