
Veturin 2025-2026
Fleiri fjølbroytt skeið at velja ímillum

Leirskeið fyri nýbyrjarar - skeið 1
Ester Áarskarð
Skúlatrøð
Leirskeið fyri nýbyrjarar og onnur áhugað, sum vilja royna plátu
og pylsuteknikk o.a, umframt glaring og brenning.
Hetta er skipað sum heildagsskeið leygardag.
Leygardagar: 1. nov. og 15. nov. kl. 10-15
*Til ber at keypa meira tilfar
Kr. 400,- + tilfar

Leirskeið fyri nýbyrjarar - skeið 2
Ester Áarskarð
Skúlatrøð
Leirskeið fyri nýbyrjarar og onnur áhugað, sum vilja royna plátu
og pylsuteknikk o.a, umframt glaring og brenning.
Hetta er skipað sum heildagsskeið leygardag.
Leygardagar: 10. jan og 24. jan. kl. 10-15
*Til ber at keypa meira tilfar
Kr. 400,- + tilfar

Vælvera, Vatn-pilates og saunagos fyri kvinnur
Tórunn Weihe Steingrund og Annika M. Mellemgaard
Svimjihøllin
Hetta skeiðið er til kvinnur, ið ynskja at njóta vælveru við vatn-pilates og saunagosi. Harumframt fáa luttakararnir sítt egna saltskúr og frálæra um hvørjar dygdir tær ymisku æterisku oljurnar hava.
Frálæra er: Mikukvøld 1. okt., 8. okt., 22. okt., 29. okt., 5. nov., 12. nov., 19. nov. og 26. nov.
Kl. 18.00 til 21.00
Avmarkað atgongd
Kr. 1.350,-

Vanlig matgerð fyri menn
Marnar Guðjónsson
Valskúlin (kjallarin)
Vit fara at gera vanligan døgurðamat og onkra dessert.
Vit skulu hava tað hugnaligt og læra týdningin av at fáa matin at smakka væl.
5 hóskvøld í heyst + fyrsta kvøldið, sum er fyrireiking, og er tað 16. oktober
Kl. 18:00 - 21:30
Max 10 mans
Kr. 600,- + tilfar

Sjónleikur fyri børn í 2.-5. flokki
Birita Adela Davidsen
Klaksvíkar sjónleikarafelag
Skeiðið verður 6 hósdagar frá 30/10 til 4/12.
Hós. kl. 14:00-15:30 2.-3. flokkur
Hós. kl. 15:30-17:00 4.-5. flokkur
Vit fara at læra sjónleikateknikkir, spæla spøl og at skapa saman.
Skeiðið endar við einari lítlari familju-framførslu.
Dato: 30/10, 6/11, 13/11, 20/11, 27/11, 4/12
Avmarkað pláss.
(Max 12 luttakarar pr. skeið)
Kr. 150,-

Talv
Tummas Martin Sólsker & Ingolf Gaard
Skákið
1. - 2. flokkur: týsdagar kl. 16.15 til 17.00
3. - 4. flokkur: týsdagar kl. 17.00 til 18.00
5. flokkur og eldri: mikudagar kl. 17.00 til 18.00
Tillagingar kunnu verða gjørdar telvarunum, alt eftir hvørjum støði teir eru á, og hvussu nógv verða í hvørjum aldursbólki.
Øll eru vælkomin, bæði roynd og óroynd.
Tilmelding: tma@kallnet.fo
Kr. 500,-

Koyrikort til lítil prutl 13
Marita Vang Vilhelm og John Damberg
Úti
Í prísinum er teori, koyring, bók og leiga av prutli
Koyrikortið er fyri ung í aldrinum 15 og 18 ár.
(14 ár og 6 mðr kunnu melda til)
Skriva tel. hjá næminginum í tilmeldingini.
Byrjar eftir avtalu, tá ið nóg nógv eru tilmeldað.
Kostnaður: 1.900 kr (2.200 fyri borgarar úr aðrari kommunu)
Afturat gjaldinum kemur eitt 1. hjálparskeið á 400 kr.
Og 300 kr til Akstovuna fyri roynd og útskriving av koyrikorti.
Kr. 1900,- + gjald

Vápnatrygdarskeið
Anton K. Højgaard og Jógvan Linklett
Sjónám
Trygdarskeið, ið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman við einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við einari stuttari roynd. Tey, ið standa royndina, fáa vápnaloyvi til høglbyrsur og stórar luftbyrsur.
Skeiðið er 8 tímar, byrjar 1.okt. kl 17:00
Skjóta eftr avtalu
(Tilfar kostar 400 kr, sum verður kravt inn fyrsta kvøldið)
Kr. 750,- + tilfar

Styrkin við ymiskleikanum
Niclas Heri Jákupsson
Skúlatrøð
Mikudagin 15. oktober kl. 19.00 - 20:30
Hesin fyrilestur er eisini góður til arbeiðspláss, har man hóast ymiskleika, skulu arbeiða tætt og væl saman.
Vit eru øll sera ymisk - og er tað ein styrki
Tær nýtast ikki at hyggja langt fyri at síggja og uppliva hvussu ymisk vit eru. Mamma og pápu tín eru sera ymisk. Pápi tín kann gott vera sera introvertur róligur og stillur, meðan mamma tín kann vera ekstruvert, útatvent og ótolin.
Tíni syskin eru eisini ymisk. Eitt av tínum sysknum kann gott vera sensutivt, róligt, milt og tolin, meðan eitt annað sysktin gott kann vera ótolin, rokaligur og stýrandi.
Tínu egnu børn eru eisini ymiskt. Tað elsta kann gott vera struktuera, pliktuppfyllandi og væl skipa, meðan tað næsta barni kann gott vera kreativt, óskipa og spontant.
Tín egni maki er við vissu øðrvísi enn tú. Tín maki kann tveita gaflar, knívar og skeiðir í uppvaskimaskina, meðan tú ynskir at leggja allar knívar fyri seg, gaflar fyri seg og skeiðir fyri seg.
Fyrilesturin er fakligur, men eisini jaligur og stuttligur - har tú kemur at kenna teg sjálvan eitt sindur betri og skilja tey sum tú livur saman við eitt sindur betri.
Kr. 100,-

KT - 10 góð ráð
Torben Voss Nielsen
Skúlatrøð
Mikudagin 5. November Kl. 18:30 - 20:45
Fyri vanligar brúkarar við grundleggjandi KT-førleikum og nýtslu.
Skeið við framløgu, har nógv greið og lætt skiljandi dømi verða víst. Dømini stuðla undir tey 10 týdningarmestu góðu ráðini innan KT-trygd og ger evnið viðkomandi og ítøkiligt fyri luttakaran.
Fyrimunur er at hava egna farteldu við.
Luttakararnir verða betri førir fyri at eyðkenna og sleppa undan tøkniligum fellum – eitt neyðugt amboð í einum alsamt meira talgildum heimi. Undirvísarin hevur arbeitt við KT og KT-trygd síðan 2001. Tað eru royndir úr Danmark og Føroyum, sum eru savnaðar og settar saman til 10 grundleggjandi ráð – ætlað sum eitt haldgott grundarlag til tryggari KT-vanar.
Kr. 100,-

Facebook - 10 góð ráð
Torben Voss Nielsen
Skúlatrøð
Mikudagin 12. November Kl. 18:30 - 20:45
Tú kennir og nýtir Facebook, men ynskir at uppstiga tína vitan. Í hesum skeiði fara vit gjøgnum
eina rúgvu av dømum, hentleikum og funkum, ið ger tína nýtslu av Facebook snildari og tryggari.
Vit fara soleiðis at hyggja at teimum økjum av Facebook, sum vanligi brúkarin vanliga ikki er
vitandi um, men eigur at kenna og nýta.
Fyrimunur er at hava egna farteldu við.
Kr. 100,-

Vitlíki (AI) - 10 góð ráð
Torben Voss Nielsen
Skúlatrøð
Mikdagin 19. November kl. 18:30 - 20:45
Vanligir brúkarar við grundleggjandi KT-førleikum, sum ynskja at fáa betri fatan av hvat Vitlíki er, og hvussu tað ávirkar teirra gerandisdag og arbeiðslív.
Skeið við framløgu og 10 greiðum, veruligum dømum, sum hvør sýna eitt kjarnuráð innan Vitlíki. Dømini lýsa bæði møguleikar og vandar umframt tey vísa, hvussu Vitlíki longu nú verður brúkt, og hvat vit eiga at hugsa um.
Fyrimunur er at hava egna farteldu við.
Luttakararnir fáa eina fatan av, hvat Vitlíki er, hvussu tað virkar, og hvussu ein kann brúka (ella avmarka) nýtsluna á ein ábyrgdarfullan hátt. Luttakararnir verða betri førir fyri at spyrja spurningar,
seta mørk og síggja møguleikar.
Undirvísarin fekk sína fyrstu vitan innan Vitlíki í ár 2000, tá hetta var fak á Handilsskúlanum í Vejle, har hann læs til datamatikara. Síðani hevur hann fylgt menningini, og nú – eini 25 ár seinni – er henda tøknin vorðin partur av gerandisdegnum hjá øllum. Hetta skeiðið byggir á áralangar arbeiðsroyndir innan KT og gevur eitt innlit í tað mest grundleggjandi, tú eigur at vita um Vitlíki –
sett fram sum 10 kjarnuráð.
Kr. 100,-
Øll tilmelding, har annað ikki er tilskilað, fer fram á www.kks.fo fram til og við 1. oktober. Ein er ikki tilmeldaður, um gjaldið ikki er avgreitt. Gjaldið er bindandi, men verður tó ikki trekt, um skeiðið ikki verður hildið. Um onkur hevur trupulleikar at melda til, so ber til at seta seg í samband við leiðaran á 216501 ella senda boð til kvoldskulin@klaksvik.fo.
Undantøkini, har ikki verður meldað til og goldið umvegis netið eru: eykatilboð fyri menningartarnað, venjingar 60+, talv, horntónleikur.
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.
Næmingar gjalda sjálvir møguligt tilfar.