

Fleiri fjølbroytt, kveikjandi, og skapandi
skeið at velja ímillum
Tilmeldingin fyri Kvøldskúlan letur upp 16. sept. kl. 17.
Tilmeldingin fyri Handarbeiðsskúlan letur upp 16. sept kl. 18
Veturin 2026-2027
Nú kvøldini gerast myrk og long, so er gott at hava ymiskt at fara til
Mikudagin 16. september kl. 17 letur tilmeldingin upp hjá Kvøldskúlanum og kl. 18 hjá Handarbeiðsskúlanum. Flestu skeiðini eru komin út her, men nøkur koma afturat. Eisini verða nøkur nýggj skeið boðin út í ár.
Tilmeldingin letur upp 16. sept.

Tekning / máling - skeið 2
Archibald Black
Listaskúlin
Mánadag kl. 19:00-22:00
Byrjar í viku 44
Kr. 900,-

Brodering - skeið 1
Martha Justesen
Valskúlin
Mánadag kl. 15:00-18:00
Byrjar í viku 40
Avmarkað pláss.
Til ber at koma á bíðilista við at seta seg í samband við Marthu
Kr. 990,-

Brodering - skeið 2
Martha Justesen
Valskúlin
Mánadag kl. 18:30-22:00
Byrjar í viku 40
Avmarkað pláss.
Til ber at koma á bíðilista við at seta seg í samband við Marthu
Kr. 990,-

Brodering - skeið 3
Martha Justesen
Valskúlin
Týsdag kl. 15:00-18:00
Byrjar í viku 40
Avmarkað pláss.
Til ber at koma á bíðilista við at seta seg í samband við Marthu
Kr. 990,-

Brodering - skeið 4
Martha Justesen
Valskúlin
Týsdag kl. 18:30-22:00
Byrjar í viku 40
Avmarkað pláss.
Til ber at koma á bíðilista við at seta seg í samband við Marthu
Kr. 990,-

Veving og littæra
Jacobina Heinesen
Vevskúlin
Mánadag kl. 18:30-22:00
Byrjar í viku 43
Kr. 900,-

Háprent
Edit Mørkøre
Skúlatrøð - Evningsstovan
Á verkstovuni arbeiða vit í 9 tímar við háprenti.
3 tímar fríggjadag og 6 tímar leygardag.
Vit skera í ymiskt tilfar, so sum linolium og alternativir frá Speenball og Essdee. Øll amboð standa klár til luttakarar at arbeiða við, tá ið tit møta so sum amboð, knívar og prentsvertur.
Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Skeiðið verður tillagað luttakarunum.
Max luttakaratal 8
Byrjanarpakki við skurðtilfari og royndarpappíri er við í prísinum. Síðani ber til at keypa meir tilfar á verkstovuni
Kr. 500,-

Binding fyri nýbyrjarar
Maria Ziska
Valskúlin
Mikudag kl. 19:00-21:45
Uml. 18 kvøld
Byrjar 7. oktober
Kr. 900,-

Ullaskeið – frá lagd til plagg
Anna Evensa Abrahamsen
Føroya Handarbeiðsskúli
Skeiði verður Mikudag, allan vetur,
17 ferð tilsamans.
byrja 21 okt.
Kl. 10:00- 15:00
Havi ull og amboð við
Kr. 900,-

Klaver
Tónlistaskúlin
Klaverundirvísing í rytmiskum tónleiki við ástøði í teori og nakað av nótalæru. Hetta er fyri tey á byrjanarstøði einsvæl og fyri tey, ið hava spælt fyrr.
Frá 13 ár og uppeftir
20 ferðir, uml. 25 minuttir per næming
Mikudag, byrjar eftir avtalu
Kr. 650,-

Guitarspæl
Adolf Jakobsen
Skúlatrøð
Guitarspæl á byrjanarstøði.
Lær m.a. at spæla guitar til felagssang og finna rættar durar til felagssang v.m.
Týsdag kl. 19:00 - 20:45
Kr. 600,-

Kvinnukórið Suð
Steinvør Fonn
Varpið
Kórið er fyri kvinnur í aldrinum 18- 50 ár (uml.)
Avmarkað pláss. Kórið hevur upptøkuroynd.
Mánadag kl. 18:00-19:45
Kr. 500,-

Mannskór
Daniel Rye
Skúlatrøð
Hóskvøld kl. 19:00-20:30
Byrjar 1. oktober
Kr. 500,-

Horntónleikur
Fiona Parker
Gamla brandstøðin
Mánadag 19:00- 22:10
Mikudag 19:00- 22:10
Øll hornáhugað vælkomin
Kr. 600,-

Violin
Tom Balch
Skúlatrøð
Hósdag – tíð eftir avtalu
Kr. 600,-

Afro-Zumba
Yann Sadembou
Fimleikahøll 1
Komið og dansið í Afro-ZUMBA við okkum!
Hvørt tú ert roynd/ur ella óroynd/ur dansari, kom bara fús/ur til stuttleika og at royna okkurt nýtt.
Týsdag kl. 19:30 - 21:00
Kostn. 400 kr.
Kr. 400,-

Vælvera, Vatn-pilates og saunagos fyri kvinnur
Tórunn Weihe Steingrund og Annika M. Mellemgaard
Svimjihøllin
Hetta skeiðið er til kvinnur, ið ynskja at njóta vælveru við vatn-pilates og saunagosi. Harumframt fáa luttakararnir sítt egna saltskúr og frálæra um hvørjar dygdir tær ymisku æterisku oljurnar hava.
Frálæra er: Mikukvøld 21. okt., 4. nov., 11. nov., 25. nov., 2. des., 13. jan., 20. jan., 27. jan., 3. feb., 10. feb.
Kl. 18.00 til 21.00
Avmarkað atgongd
Kr. 1.690,- íroknað tilfar

Venjing 60+ í Badmintonhøllini
Súsanna D. Jacobsen
Badmintonhøllin
Mikudag kl. 12:00 - 13:30
Byrjar í viku 40
Tilmelding hjá Súsonnu á tel nr. 227105 eftir kl. 17 á degi ella á kks.fo
Kr. 500,-

Venjing 60+ í Ven & virka - týsdag
Bergljot Rond
Ven & virka
Byrjar í viku 43 (20 ferð í alt)
Bergljot Rond tel. 226979 (eftir kl. 15)
Bólkur 1: Týsdag kl. 16:00 - 16:50
Bólkur 2: Týsdag kl. 17:00 - 16:50
Kr. 600,- pr bólk

Venjing 60+ í Ven & virka - hósdag
Bergljot Rond
Ven & virka
Byrjar í viku 43 (20 ferð í alt)
Bergljot Rond tel. 226979 (eftir kl. 15)
Bólkur 1 Týsdag kl. 16:00 - 16:50
Bólkur 2 Hósdag kl. 16:00 - 16:50
Bólkur 3 Hósdag kl. 17:00 - 17:50
Byrjar í viku 43 (20 ferð í alt)
Kr. 600,- pr bólk
.png)
Linedansur fyri 60+
Jacobina Chodziuk
Smæran
Hósdag kl. 19:00 – 21:00
Kr. 600,-

Pardansur
Áshild og Bjarni Kjærbo
Fimleikahøll 2
Mánadag kl. 20:00 – 21:45
Kr. 600,-

Føroyskt mál og mentan fyri útlendingar
Rannvá Joensen og Hanna Ovadóttir
Skúlatrøð
Byrjanarskeið
Mikudag kl. 18, byrjar 21. okbober
Kr. 100,-

Ukrainar
Olga Loburak
Skúlatrøð
Føroyskt mál og mentan fyri Ukrainar
mikudag kl. 17:00 - 18:45
Kr. 100,-

Vanlig matgerð fyri menn
Marnar Guðjónsson
Valskúlin (kjallarin)
Vit fara at gera vanligan døgurðamat og onkra dessert.
Vit skulu hava tað hugnaligt og læra týdningin av at fáa matin at smakka væl.
5 hóskvøld í heyst + fyrsta kvøldið, sum er fyrireiking, og er tað 15. oktober
Kl. 18:00 - 21:30
Max 10 mans
Kr. 600,- + tilfar

Matgerð fyri menningartarnað
Una Jacobsen og Bryngerð Sólbjørg
Skúlakøkur
Mikudag 16:30 - 20.35
Tilmelding: tel. 217455
Vit fara at gera ymiskan góðan og lættan mat í hugnaligum og tryggum umhvørvi. Dentur verður lagdur á at royna seg sjálvan og menna førleikar innan matgerð.
Tilboðið er ætlað teimum, sum kunnu luttaka í einfaldari matgerð, fylgja vegleiðingum og í ávísan mun klára seg sjálvi. Tað er umráðandi, at næmingarnir ikki hava tørv á umfatandi persónligum stuðli undir matgerðini.
Endamálið er, at øll fáa eina góða og gevandi uppliving og styrkja sínar førleikar og sjálvbjargni
Kr. 600,- + tilfar

Virkisløtur
Una Jacobsen og Bryngerð Sólbjørg
Skúlatrøð / úti
Týsdag kl. 16:30 - 19:30
Tilmelding: tel. 217455
Ein samanrenning av rørslu, kreativum ítrivi, sosialari samveru og hugna bæði inni og úti.
Er ætlað teimum, sum eru nøkulunda sjálvbargin og kunnu mennast víðari.
Kr. 500,- + tilfar

Sjónleikur fyri børn í 1.-3. flokki
Birita Adela Davidsen
Skúlatrøð
Týsdag kl. 12:35-13:50
Í heyst verður skipað fyri sjónleikafrálæru fyri børn í 1.-3. flokki.
Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina, og verður 7 týsdagar, fram til 1. des.
Vit fara at læra sjónleikateknikkir, spæla spøl og at skapa saman.
Skeiðið endar við einari lítlari framførslu.
Avmarkað pláss.
Kr. 200,-

Koyrikort til lítil prutl 16
Albin á Hædd og John Damberg
Úti
Í prísinum er teori, koyring, bók og leiga av prutli
Koyrikortið er fyri ung í aldrinum 15 og 18 ár.
(14 ár og 6 mðr kunnu melda til)
Skriva tel. hjá næminginum í tilmeldingini.
Byrjar eftir avtalu, tá ið nóg nógv eru tilmeldað.
Kostnaður: 1.900 kr (2.200 fyri borgarar úr aðrari kommunu)
Afturat gjaldinum kemur eitt 1. hjálparskeið á 400 kr.
Og 300 kr til Akstovuna fyri roynd og útskriving av koyrikorti.
Kr. 1900,- + gjald

Foto
Anton Højgaard
Sjónám
Hósdag kl. 19:00 – 21:00
Byrjar 22. oktober
Næmingar hava farteldu og myndatól við.
Kr. 600,-

Vápnatrygdarskeið
Anton K. Højgaard og Jógvan Linklett
Sjónám
Trygdarskeið, ið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman við einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við einari stuttari roynd. Tey, ið standa royndina, fáa vápnaloyvi til høglbyrsur og stórar luftbyrsur.
Skeiðið er 8 tímar, byrjar 21. okt. kl. 17:00
Skjóta eftr avtalu
(Tilfar kostar 400 kr, sum verður kravt inn fyrsta kvøldið)
Kr. 750,- + tilfar

Dugnaskaparskeið í sigling
Anton Højgaard
Sjónám
Mánadag kl. 19:00 – 22:00
Týsdag kl. 19:00 – 22:00
Byrjar 19. okt.
Kr. 1700,-

Dugnarskaparskeið fyri frítíðarsiglarar
Anton Højgaard
Sjónám
Mánadag kl. 19:00 – 21:00
Mikdag kl. 19:00 – 21:00
Byrjar 19. okt.
Kr. 1200,-

ROC (VHF radioskeið við DSC )
Anton Højgaard
Sjónám
Byrjar eftir avtalu einaferð í mars
Kr. 500,-
Øll tilmelding, har annað ikki er tilskilað, fer fram á www.kks.fo fram til og við 1. oktober. Ein er ikki tilmeldaður, um gjaldið ikki er avgreitt. Gjaldið er bindandi, men verður tó ikki trekt, um skeiðið ikki verður hildið. Um onkur hevur trupulleikar at melda til, so ber til at seta seg í samband við leiðaran á 216501 ella senda boð til kvoldskulin@klaksvik.fo.
Undantøkini, har ikki verður meldað til og goldið umvegis netið eru: eykatilboð fyri menningartarnað, venjingar 60+, talv, horntónleikur.
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.
Næmingar gjalda sjálvir møguligt tilfar.






















