top of page

Torben Voss Nielsen

Vitlíki (AI) - 10 góð ráð

Ymiskt

Skúlatrøð

Kr. 100,-

Kostnaður:

Mikdagin 19. November kl. 18:30 - 20:45

Vanligir brúkarar við grundleggjandi KT-førleikum, sum ynskja at fáa betri fatan av hvat Vitlíki er, og hvussu tað ávirkar teirra gerandisdag og arbeiðslív.


Skeið við framløgu og 10 greiðum, veruligum dømum, sum hvør sýna eitt kjarnuráð innan Vitlíki. Dømini lýsa bæði møguleikar og vandar umframt tey vísa, hvussu Vitlíki longu nú verður brúkt, og hvat vit eiga at hugsa um.

Fyrimunur er at hava egna farteldu við.

Luttakararnir fáa eina fatan av, hvat Vitlíki er, hvussu tað virkar, og hvussu ein kann brúka (ella avmarka) nýtsluna á ein ábyrgdarfullan hátt. Luttakararnir verða betri førir fyri at spyrja spurningar,

seta mørk og síggja møguleikar.

Undirvísarin fekk sína fyrstu vitan innan Vitlíki í ár 2000, tá hetta var fak á Handilsskúlanum í Vejle, har hann læs til datamatikara. Síðani hevur hann fylgt menningini, og nú – eini 25 ár seinni – er henda tøknin vorðin partur av gerandisdegnum hjá øllum. Hetta skeiðið byggir á áralangar arbeiðsroyndir innan KT og gevur eitt innlit í tað mest grundleggjandi, tú eigur at vita um Vitlíki –

sett fram sum 10 kjarnuráð.

Kunning

Tekning / máling - skeið 1

Handverk og list

Tekning / máling - skeið 2

Handverk og list

Onnur skeið

bottom of page