

Veturin 2026-2027
Nú kvøldini gerast myrk og long, so er gott at hava ymiskt at fara til
Umframt øll tey vælumtóktu afturvendandi skeiðini, so eru ymisk nýggj tilboð eisini í vetur.
Ímillum nýggju skeiðini eru:
Fínari matgerð fyri menn / kvinnur.
Hetta er eitt forkunnugt tilboð, sum er skipað sum ein langur leygardagur, har fyrst menn og síðani kvinnur sleppa inn í vælútgjørda køkin á Tsk og sleppa at royna seg at gera eina fínari trírættaða menu saman við Andrasi Sigmarson, sum til dagliga undirvísir í kokkaútbúgvingini á Tsk.
Háprent við Edit Mørkøre har skorið verður í ymiskt tilfar, so sum linolium og alternativir frá Speenball og Essdee. Øll amboð standa klár til luttakarar at arbeiða við, so sum amboð, knívar og prentsvertur. Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.
Afro-Zumba er eitt øðrvísi rørslutilboð, har ein lærir dansirytmur og brennur kaloriur. Pardansur við Áshild er eisini á skránni aftur. Eisini er eitt sjónleikaraskeið fyri børnum í 1. - 3. flokk, sum Birita Adela skipar. Og eitt kvinnurrørslutilboð, sum Anna Maria á Lakjuni fer at stíla fyri
Mozart Reqium verður eitt spennandi verkætlanarkór, sum Ólavur Jøkladal kemur at stjórna. Tað verða professionellir solistar, sum koma at syngja og orgulspælið hevur Ari Hammer Joensen. Vant verður í Varpinum, og luttakararnir fáa nótar og venjingar ljóðfílur. Samskipari er Birita Adela, og vant verður fram til eina konsert, sum verður í Christianskirkjuni í apríl.
Føroya Handarbeiðsskúli er eisini undir Kvøldskúlaskipanini í Klaksvík, og tann tilmeldingin letur upp kl. 18. Hetta so fólk kunnu náa at melda seg til eitthvørt hjá bæði Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum, um áhugi skuldi verið fyri tí. Fleiri skeið verða fullteknað beinanvegin.

Háprent
Edit Mørkøre
Skúlatrøð - Evningsstovan
Á verkstovuni arbeiða vit í 9 tímar við háprenti.
20. og 21. november
3 tímar fríggjadag kl. 16-19 og 6 tímar leygardag kl. 11-17.
Vit skera í ymiskt tilfar, so sum linolium og alternativir frá Speenball og Essdee. Øll amboð standa klár til luttakarar at arbeiða við, tá ið tit møta so sum amboð, knívar og prentsvertur.
Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Skeiðið verður tillagað luttakarunum.
Max luttakaratal 8
Byrjanarpakki við skurðtilfari og royndarpappíri er við í prísinum. Síðani ber til at keypa meir tilfar á verkstovuni
Kr. 500,-

Mozart Requiem
Ólavur Jøkladal
Varpið
„Requiem Mass in D minor, K. 626“ er millum kendastu og mest ikonisku verkini í klassiska tónleikaheiminum, við vøkrum satsum sum Introit, Dies Irae, Rex Tremendae, Confutatis og Lacrimosa. Verkið er uml. 1 tíma.
Í apríl 2027 skipar Opera.fo fyri „SYNGIÐ VIÐ MOZART REQUIEM“, har allir gestir eru vælkomnir at syngja við verkinum, ið verður framført við verkætlanarkóri, professionellum solistum og orgulfylgispæli.
Øll kór-áhugað kunnu tekna seg til verkætlanarkórið.
Luttakararnir fáa nótar og venjingarljóðfílur.
Kórleiðari: Ólavur Jøkladal
Orgulfylgispæl: Ari Hammer Joensen
Repititør: Pætur við Keldu
Samskipari: Birita Adela Davidsen
Mikudag kl. 19-21 (21.okt-9.des., við framhald eftir jól)
Kr. 275,-

Afro-Zumba
Yann Sadembou
Fimleikahøll 1
Komið og dansið í Afro-ZUMBA við okkum!
Hvørt tú ert roynd/ur ella óroynd/ur dansari, kom bara fús/ur til stuttleika og at royna okkurt nýtt.
Hetta tilboð er ætlað vaksum (+ 15 ár), sum ynskja at læra afrikanska dansirytmur og fáa pulsin upp og brenna kaloriir.
Týsdag kl. 19:30 - 21:00
Kostn. 500 kr.
Kr. 500,-

Vælvera, Vatn-pilates og saunagos fyri kvinnur
Tórunn Weihe Steingrund og Annika M. Mellemgaard
Svimjihøllin
Hetta skeiðið er til kvinnur, ið ynskja at njóta vælveru við vatn-pilates og saunagosi. Harumframt fáa luttakararnir sítt egna saltskúr og frálæra um hvørjar dygdir tær ymisku æterisku oljurnar hava.
Frálæra er: Mikukvøld 21. okt., 4. nov., 11. nov., 25. nov., 2. des., 13. jan., 20. jan., 27. jan., 3. feb., 10. feb.
Kl. 18.00 til 21.00
Avmarkað atgongd
Kr. 1.690,- íroknað tilfar

Fínari matgerð fyri menn
Andras Sigmarsson Jacobsen
Tekniski skúli
Vit læra at gera eina trírættaða menu.
Næmingarnir fáa uppskriftir, og øll læra allar tríggjar rættirnar.
Eisini læra vit at borðreiða, so tað sær gott út.
Avmarkað luttøka
Ein langur leygardagur 14. november kl. 16:00 – 22:00
Kost. 300 kr + mat (450 kr)
Kr. 300 + mat

Fínari matgerð fyri kvinnur
Andras Sigmarsson Jacobsen
Tekniski skúli
Vit læra at gera eina trírættaða menu.
Næmingarnir fáa uppskriftir, og øll læra allar tríggjar rættirnar.
Eisini læra vit at borðreiða, so tað sær gott út.
Avmarkað luttøka
Ein langur leygardagur 23. januar kl. 16:00 – 22:00
Kostn. 300 + mat (450 kr)
Kr. 300 + mat

Vanlig matgerð fyri menn
Marnar Guðjónsson
Valskúlin (kjallarin)
Vit fara at gera vanligan døgurðamat og onkra dessert.
Vit skulu hava tað hugnaligt og læra týdningin av at fáa matin at smakka væl.
5 hóskvøld í heyst + fyrsta kvøldið, sum er fyrireiking, og er tað 15. oktober
Kl. 18:00 - 21:30
Max 10 mans
Kr. 600,- + tilfar

Matgerð fyri menningartarnað
Una Jacobsen og Bryngerð Sólbjørg
Skúlakøkur
Mikudag 16:30 - 20.35
Tilmelding: tel. 217455
Vit fara at gera ymiskan góðan og lættan mat í hugnaligum og tryggum umhvørvi. Dentur verður lagdur á at royna seg sjálvan og menna førleikar innan matgerð.
Tilboðið er ætlað teimum, sum kunnu luttaka í einfaldari matgerð, fylgja vegleiðingum og í ávísan mun klára seg sjálvi. Tað er umráðandi, at næmingarnir ikki hava tørv á umfatandi persónligum stuðli undir matgerðini.
Endamálið er, at øll fáa eina góða og gevandi uppliving og styrkja sínar førleikar og sjálvbjargni
Kr. 600,- + tilfar

Leirskeið fyri nýbyrjarar
Guðrið Jacobsen
Skúlatrøð
Leirskeið fyri nýbyrjarar og onnur áhugað, sum vilja royna m.a. plátu- og pylsuteknikk, umframt glaring og brenning.
Hetta er skipað sum heildagsskeið tveir leygardagar: 14. og 28. nov. kl. 10-15
Kostnaður: 400,- íroknað 1/2 kg leir, glaring og brenning
*Til ber at keypa meira tilfar
Kr. 400,- íroknað tilfar

Kirkjusøga
Marjun Lómaklett, prestur
Skúlatrøð
Marjun Lómaklett er Guðfrøðingur og hevur virkað sum prestur í Føroyum, Danmark og í Miðeystri. Í hesum skeiðnum, verður tosað um hugtøk og tíðarskeið úr kirkju- og samkomusøguni.
Mikudag kl. 19:00 - 20:45
Byrjar eftir ásskiftið eftir avtalu
Miðað verður eftir at enda áðrenn føstuna.
Hesaferð er skeiðið styttri, uml. 2-3 kvøld í skúlanum og so ein útferð til onkra kirkju.
Við í skeiðnum og prísinum er útferðin til kirkju við onkrum ábiti og frásøgufólki. Tó er flutningur ikki við í prísinum.
Kr. 450,-

Sjónleikur fyri børn í 1.-3. flokki
Birita Adela Davidsen
Skúlatrøð
Týsdag kl. 12:35-13:50
Í heyst verður skipað fyri sjónleikafrálæru fyri børn í 1.-3. flokki.
Skeiðið byrjar eftir heystfrítíðina, og verður 7 týsdagar, fram til 1. des.
Vit fara at læra sjónleikateknikkir, spæla spøl og at skapa saman.
Skeiðið endar við einari lítlari framførslu.
Avmarkað pláss.
Kr. 200,-

Koyrikort til lítil prutl 16
Albin á Hædd og John Damberg
Úti
Í prísinum er teori, koyring, bók og leiga av prutli
Koyrikortið er fyri ung í aldrinum 15 og 18 ár.
(14 ár og 6 mðr kunnu melda til)
Skriva tel. hjá næminginum í tilmeldingini.
Byrjar eftir avtalu, tá ið nóg nógv eru tilmeldað.
Kostnaður: 1.900 kr (2.200 fyri borgarar úr aðrari kommunu)
Afturat gjaldinum kemur eitt 1. hjálparskeið á 400 kr.
Og 300 kr til Akstovuna fyri roynd og útskriving av koyrikorti.
Kr. 1900,- + gjald

Talv
Ingolf Gaard
Skákið
1.-2. flokkur mikudag kl. 16-17 (Mannbjørn)
3.-4. flokkur mikudag kl. 17-18 (Ingolf)
5. flokkur og eldri týsdag kl. 17-18 (Tummas Martin)
Tel. 295060.
Tilmeldingardagur verður mikudagin 16/9 kl. 16-18
Kr. 500,-

Vápnatrygdarskeið
Anton K. Højgaard og Jógvan Linklett
Sjónám
Trygdarskeið, ið lýkur øll krøv í broyttu vápnalógini. Skeiðið er sett saman við einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við einari stuttari roynd. Tey, ið standa royndina, fáa vápnaloyvi til høglbyrsur og stórar luftbyrsur.
Skeiðið er 8 tímar, byrjar 21. okt. kl. 17:00
Skjóta eftr avtalu
(Tilfar kostar 400 kr, sum verður kravt inn fyrsta kvøldið)
Kr. 750,- + tilfar
Øll tilmelding, har annað ikki er tilskilað, fer fram á www.kks.fo fram til og við 1. oktober. Ein er ikki tilmeldaður, um gjaldið ikki er avgreitt. Gjaldið er bindandi, men verður tó ikki trekt, um skeiðið ikki verður hildið. Um onkur hevur trupulleikar at melda til, so ber til at seta seg í samband við leiðaran á 216501 ella senda boð til kvoldskulin@klaksvik.fo.
Undantøkini, har ikki verður meldað til og goldið umvegis netið eru: eykatilboð fyri menningartarnað, venjingar 60+, talv, horntónleikur.
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku.
Næmingar gjalda sjálvir møguligt tilfar.











































.png)







