KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning

Atli Simonsen:

Russiskt var
ótrúliga áhugavert

Seinasta vetur gekk eg til byrjunar støði í Russiskum. Tað var ótrúðliga áhugavert. Eitt heilt nýtt skriftmál, sum er sera trupult at læra. Stavirnir eru heilt nakað annað, enn hvat vit er von við. Somuleiðis er russiska søgan áhugaverd at lesa um.

Eg valdi Russiskt, tí eg kann brúka tað í mínum dagliga yrki sum fiskaseljari. Vit handla nógv í Russlandi og somuleiðs í fleiri av teimun londunum, sum hoyrdu til gamla Sovietsamveldið, har tey flestu eisini tosa Russiskt.

Um tað er nakað skeið sum onkur heldur er áhugavert í Kvøldskúlanum so vil eg ráða øllum til at prøva tað. Tveir tímar um vikuna, fyri eitt sindur av lærdómi, er ein góð íløga.
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli   Nólsoyar Pálsgøta 32   FO-700 Klaksvík   Tel. +298 216501   kvoldskuli@gmail.com