KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

Savn

Picture
Handarbeiðsskúlin

Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp 15. september kl. 17

Samlaða skráin fyri kvøldskúlan 23-24 verður tøk fríggjadagin 15. september á miðdegi, og tilmeldingin letur upp  kl. 17:00
Picture
Picture
Framsýningin var sunnudagin 30. apríl. Veðrið var gott, tó høgætt. Men mong nýttu høvi at vitja framsýnininga, og prátið gekk lystiliga. Lærarar, næmingar og gestir vóru væl nøgd. Ein trupulleiki var, at skúlagarðurin var eitt byggipláss og partvíst avsperaaður, tí høvdu øll ikki líka lætt við at koma oman til niðaru skúlahøllina, har málningalist varð framsýnd. Men næsta ár, so skuldi ein vakur skúlagarður við spæliplássið bundið alt meira saman. 
Picture

Tilmeldingar til skeið hjá Paulinu letur upp ​4. mai kl. 18

Picture
Skeið 1. Hósdag og fríggjadag. 
17/8-18/8
24/8-25/8
31/8-1/9
7/9-8/9
—————-
Skeið 2. Hósdag og fríggjadag.
14/9-15/9
21/9-22/9
28/9-29/9
5/10-6/10

Tilmelding Handarbeiðsskúlin
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture

Net tilmeldingin enn meira trygg

Altsamt fleiri keyp verða í dag avgreidd umvegis netið við gjaldskorti, og fyri at tryggja, at trygdin alla tíðina er í hásæti, verður nú neyðugt at knýta sítt fartelefonnummar at visa kortinum. Hetta er ein sokallað 3D trygd. Hetta ger ein við at seta seg í samband við sín kundarágeva í peningastovnium. Tað gerst aktivt dagin eftir, at tað er stovnað. So um ein vil melda seg til okkurt fríggjadagin, so ræður um at fáa tað avgreitt hósdagin.

Fyri at kunna melda til skeið í Kvøldskúlanum er nú neyðugt at hava 3D trygd. Taðvirkar á tann hátt, at tú fært eitt sms, tá ið tú meldar til, og fyri at gjøgnumføra bílegginina, so skulu tølini frá SMS'inum skrivast í ein rút. Hetta er fyri at betra um trygdina, tá ið ein brúkar gjaldskort á netinum
Picture


Picture

Atli Simonsen
 - Russiskt var
ótrúliga áhugavert

einasta vetur gekk eg til byrjunar støði í Russiskum. Tað var ótrúðliga áhugavert. Eitt heilt nýtt skriftmál, sum er sera trupult at læra. Stavirnir eru heilt nakað annað, enn hvat vit er von við. Somuleiðis er russiska søgan áhugaverd at lesa um.

Les meira

Picture

Vera Larsen
 - Bæði sosialt
og læruríkt

Eg havi gingið til máling hjá Archa tey seinastu árini. Annars havi eg eisini gingið til brodering hjá Juttu (føroyskt klæðir) og sum heilt ung gekk eg til seyming hja Ruth. Eisini var til eitt stutt skeið í sponskum hjá Sofíu Arge. Mær hevur altíð dáma sera væl at gingið á kvøldskúla, serliga til Máling. 

Les meira
Picture

Ólavur Gaard
- Fyri meg var tað sera avstressandi

Eg gekk til træsmíð fyri nøkrum árum síðani og gekk so í fjør til skeið í myndatøku. Mær dámdi bæði skeiðini sera væl. Træsmíð valdi eg mest sum eina frákopling frá tí man dagliga fæst við. Eg hevði ikki roynt at verið í kvøldskúla fyrr.

Les meira
Picture
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli

Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
kvoldskuli@gmail.com