DátuverndarkunningDátuverndarkunning hjá Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listakúla
Vælkomin í Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listakúla. Vit hava árliga eina røð av styttri og longri skeiðum, sum tú kanst tekna teg til og luttaka á. Tá tú boðar frá luttøku, verður tú aloftast biðin um hesar upplýsingar: Fornavn, eftirnavn, teldupost, telefonnummar og gjaldsupplýsingar. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listakúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat ið er skrásett um viðkomandi. Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikkin, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listakúla. Vit eru dátuábyrgdari Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listakúli er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið í sambandi við kvøldskúlan. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av tínum persónupplýsingum, dátutrygd ella trygdarbrot, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kommununa: Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli Nólsoyar Pálsgøta 32 FO-700 Klaksvík Tel. +298 216501 Teldupost: [email protected] Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
Nær viðger Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli persónupplýsingar um teg Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi í kvøldskúlanum við tilmelding, uppgávum og tænastum, sum vit hava skyldu at loysa og veita tær í kvøldskúlanum. Persónupplýsingar verða viðgjørdar um tú hevur sent skúlanum tilmelding, fyrispurning, umsókn, klagu ella starvsumsókn til kvøldskúlan. Orsøk at Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli hevur tørv á tínum persónupplýsingum Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli skal veita borgarum tænastur og veitingar, í sambandi við tilboð í kvøld- ungdóms- og listaskúla, eftir galdandi lóg og ásetingum, tí er neyðugt hjá skúlanum at viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kunnu verða fleiri orsøkir til, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Oftast er tað tí tú hevur melda teg til eitt skeið sum verður boðið út. Tað er eitt krav til okkum at vit skulu vita hvør er á skeiðinum og tí mugu vit hava tínar persónupplýsingar. Ásetingar eru fyri, hvat ið luttakaragrundarlagi í minsta lagi skal vera, fyri at stovna eitt kvøldskúlaskeið. Hetta fyri at hava rætt til at søkja Undirvísingarstýrið um stuðul. Lærarin á skeiðunum kann seta seg í samband vit teg, viðvíkjandi bíðilistum, undirvísingartilfari, broytingum og avlýsingum. Viðgerðin kann verða eftir avtalu við teg um skeiðið tú luttekur á, er próvgevandi. Heimild fyri viðgerð Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúlin nýtir hesar heimildir:
Kvøldskúlin viðgerð hesar persónupplýsingar um teg:
Móttakarar ella bólkar av móttakarum Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli gevur vanliga ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við kvøldskúlaskeið. Í hesum sambandi gera vit tó vart við, at kvøldskúlin hevur eitt tætt samstarv við lærararnar á ymsu skeiðunum, serliga í sambandi við tilmelding, sum í serligum førum fer fram við at lutakararnir beinleiðis seta seg í samband við lærararnar á skeiðunum, og eisini eiga lærararnir at skráseta uppmøting og undirtøku á skeiðnum. Lærararnir verða allir kunnaðir um persóndatapolitikk okkara. Harumframt er tað neyðugt, fyri at halda lógarásettar skyldur at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari. Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið fáa m.a. hagtøl um kvøldskúlan, luttakaratøl, aldurs- og kynsbýti á luttakarunum. Samstarvspartar hjá kvøldskúlanum kunnu vera: Bókhaldið og kommunuumsitingin, lærarahópurin, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, leiðslan hjá Klaksvíkar skúla, húsavørðar og onnur ið vara av hølum sum kvøldskúlin brúkar ella hevur ætlanir um at brúka. Eisini samstarva vit við kommunuleiðsluna, mentanarleiðaran, mentanartoymið, miðlafólk, Norðlýsið o.s.fr. Í summum førum nýta vit dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Dataflutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli nýtir í útgangsstøðinum ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í onkrum førum, sum tá vit brúka Facebook, og YouTube har móttakarin er í USA. Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi. Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli brúkar Facebook Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli hevur eina Facebooksíðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Gjørt verður vart við, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúla. Vit fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Um tú sært Facebook, er tað helst tí tú longu hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook. Her kanst tú lesa meira um “cookiepolitikkin” hjá Facebook. Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli brúkar YouTube Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli hevur ein YouTube brúkara, sum verður nýttur til at vísa prentaðu útgávuna av bóklinginum um kvøldskúlan í eini snøggari útgávu á netinum. Eisini her skalt tú vera vitandi um, at Youtuber savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar YouTube síðuna hjá Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at YouTube brúkar hesar upplýsingarnar og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um “cookiepolitikkin” hjá YouTube/Google. Hvaðani persónupplýsingarnar stava Sum áður nevnt, savnar kvøldskúlin tínar persónupplýsingar. Kvøldskúlin fær í allarflestum førum upplýsingarnar beinleiðis frá tær og hevur harumframt tætt samstarv við lærararnar, ið, í einstøkum førum, taka ímóti tilmeldingunum. Lærararnir verða kunnaðir um dátuverndarpolitikkin hjá kommununi. Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit savna upplýsingar um teg. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at skráseta longri enn neyðugt. Tíni rættindi Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti. Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 ). Rætturin til kunning í §§ 23-25 Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum. Rætturin til innlit (§ 26) Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli viðger um teg. Rætturin til rætting (§ 27) Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar. Rætturin til striking (§ 28) Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at kommunan skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29) Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir bert goyma persónupplýsingarnar. Rætturin til dátuflutning (§ 31) Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing. Rætturin til mótmæli (§ 32) Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring. Rætturin at taka samtykki aftur Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki at loyva Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúla at brúka persónupplýsingar aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina. Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúla á [email protected], ella á telefon 215826, ella tú setur teg í samband við dátuverndarfólki hjá Klaksvíkar kommunu – sí omanfyir. Klaga til Dátueftirlitið Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum. Metir tú, at Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið, á [email protected] ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo Hesin privatlívspolitikkur er seinast góðkendur/dagførdur av leiðsluni á Klaksvíkar kvøld- ungdóms- og listaskúli tann 28. januar 2022 |
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]