Ólavur Gaard:
Fyri meg var tað sera avstressandi
Eg gekk til træsmíð fyri nøkrum árum síðani og gekk so í fjør til skeið í myndatøku. Mær dámdi bæði skeiðini sera væl. Træsmíð valdi eg mest sum eina frákopling frá tí man dagliga fæst við. Eg hevði ikki roynt at verið í kvøldskúla fyrr. Foto var nakað, sum bæði eg og konan høvdu áhuga í at vita meira um; flestu fólk eiga jú eitt myndatól við alskins hentleikum í dag, men man ánar ikki hvussu man kann gerða brúk av teimum, og vit funnu so í hvussu er út av, at tað er ein verð fyri seg sjálvan - ein sera áhugaverd ein.
Eg vil avgjørt mæla fólki til at fara í kvøldskúla. Tað er áhugavert at læra um okkurt, man ikki kennir nakað til, og tað er hugnaligt, tí man kemur at kenna fólk og fær mong góð kaffiprát, og fyri meg varð tað sera avstressandi. Eg kann so leggja afturat, at tað varð sera hugnaligt, at bæði eg og konan gingu í fjør, tí harvið fingu vit eina løtu saman uttan børn, og tað er jú eisini tiltronkt onkrar løtur. |