KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning

Vera Larsen:

Bæði sosialt
og læruríkt

Eg havi gingið til máling hjá Archa tey seinastu árini. Annars havi eg eisini gingið til brodering hjá Juttu (føroyskt klæðir) og sum heilt ung gekk eg til seyming hja Ruth. Eisini var til eitt stutt skeið í sponskum hjá Sofíu Arge. Mær hevur altíð dáma sera væl at gingið á kvøldskúla, serliga til Máling. Tað er bæði sosialt og lærurikt. Sikkurt tí at mær dámar væl tað kreativa og vildi læra meira um ymiskt, so sum at seyma, brodera, mála og ja – spanskt,


Vil tú mæla øðrum til at taka okkurt skeið í Kvøldsúlanum?
Ja sjálvandi vil eg tað – tað, sum er deiligt við kvøldskúla er, at øll kunnu koma, og grundin til at eg fór, var, at eg vildi vita meira, hvat man skuldi brúka og hvussu man blandar litir, setir litir saman, ger mynstur o.s.fr. - So eg havi havt góðar royndir av at gingið á kvøldskúla.
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli   Nólsoyar Pálsgøta 32   FO-700 Klaksvík   Tel. +298 216501   kvoldskuli@gmail.com