Klaksvíkar kvøld-, ungdóms- og listaskúli
Skúlaárið 2020-2021
Handaverk og list![]() Tekning / máling 1 (Listaskúlin) Archibald Black Mánadag 19:00-22:00 Byrjar í viku 44 kostn: 700 kr. Tekning / máling 2 (Listaskúlin) Archibald Black Mikudag 19:00-22:00 Byrjar í viku 44 kostn: 700 kr. Tilskering og seyming (Skúlatrøð) Joan Jacobsen Mánadag 19:00-22:00 Byrjar eftir avtalu kostn: 600 kr. Horn- og silvurarbeiði 1 (Træsm. st.) Karl Heri Joensen og Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu Týsdagur kl. 18:30-22:00 Byrjar í viku 43 Kostnaður: Kr. 700,- Horn- og silvurarbeiði 2 (Træsm. st.) Karl Heri Joensen og Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu Hósdagur kl. 18:30-22:00 Byrjar í viku 43 kostn. 700 kr. Kreativ binding (Handarbeiðsskúlin) Maiken Steinberg Finn stokkar og tógv fram og kom á kreativt bindiskeið í Klaksvík. Kreativt og spennandi bindiskeið við nógvum ymiskum binditeknikkum á skránni, eitt nú skuggabinding, vevbinding, snarbinding, holmynstur, o.m.a. Møguleiki er eisini at binda kantar, t.d blondu- og frynsakantar. Tíð: fríggjadag kl. 14 - 17 kostn. 500 kr Træðsmíð (Træsm. st.) Modelbátar, skefta knív o.a. Ólavur Sjúrðarberg Mánakvøld kl. 19.00 Kostnaður: Kr. 500,- Tilskering/Seyming (Gl sjómansskúlin) Heidi Høgnesen Nøkur vikuskiftisskeið Tíð eftir avtalu kostn. 600 kr. Brodering 1 (Gl. Sjómansskúlin) Jutta Hansen Skeið 1: Mánadag kl. 15.00-18.00 Kostnaður: Kr. 700,- Brodering 2 (Gl. Sjómansskúlin) Jutta Hansen Mánadag kl. 18.30-22.00 Kostnaður: Kr. 700,- Brodering 3 (Gl. Sjómansskúlin) Jutta Hansen Týsdag kl. 18.30-22.00 Kostnaður: Kr. 700,- TónleikurKvinnukór (Býráðshøllin)
Steinvør Fonn Kórið er fyri kvinnur í aldrinum 16-50 ár (uml.) Kórið hevur upptøkuroynd. Mánakvøld kl. 18.00-19.30 Kostnaður: Kr. 450,- Gittar fyri nýbyrjarar (Dávavirkið) Ari Johannesen Akk. gitar og elgitar Hósdag kl. 18:00- 20:30 Kostnaður: Kr. 450,- Klaver (Tónlistaskúlin) Magni Husgaard Týskvøld eftir nærri avtalu 500 Harmonikuspæl (Skúlatrøð) Óli Johannesen Hósdag 18.00-21.00 Kostnaður: Kr. 450,- Skriva eitt lag og framleið tað Hans Edward Andreasen Studio í Dávavirkinum Tíð eftir avtalu Hevur tú eitt lag, sum tú kundi hugsað tær at fingið hjálp til at skriva liðugt og fáa framleitt ein góða demo, so er møguleiki við hesum skeiðnum, har tú fært einstaklingaundirvísing frá Hans Edward, sum hevur drúgvar royndir og útbúgving innan sangskriving og tónleikaframleiðslu. Endamálið er, at hvør næmingur hevur eitt úrslit "í hondini", tá ið skeiðið er liðugt. Hvør næmingur fær 12 tímar í part. Tað er ikki ein treyt, at ein hevur eitt lag, áðrenn skeiðið byrjar. kostn. 500 kr Horntónleikur (Gl brandstøðin) Ove Olsen Mánadag kl. 19.00-22.10 Mikudag kl. 19.00-22.10 Kostnaður: Kr. 450,- Stakgreinalestur á MiðnámsstøðiUndirvísingin kann enda við próvtøku mai/juni 2019
Støddfrøði A (HF)
Sigrun B. Skálagarð Tíð eftir avtalu við læraran Kostnaður: Kr. 500,- Støddfrøði B (HF) Sigrun B. Skálagarð Tíð eftir avtalu við læraran Kostnaður: Kr. 500,- |
|
Tilmelding
Øll tilmelding, har telefon ikki er upplýst fer fram á www.kks.fo fram til og við 1. oktober. Ein er ikki tilmeldaður, um gjaldið ikki er avgreitt. Gjaldið er bindandi, men verður tó afturgoldið, um skeiðið ikki verður hildið. Um onkur hevur trupulleikar at melda til, so ber til at seta seg í samband við leiðaran á 216501 ella senda boð til kvoldskuli@gmail.com. Sum nakað nýtt má gjaldskortið hava 3D trygd fyri at kunna melda til. Hetta fæst við at seta seg í samband við peningastovnin og verður virkið dagin eftir. Undantøkini, har ikki verður meldað til umvegis netið eru: - Ven og virka fyri 60+ - Eykatilboð fyri menningartarnað - Talv - Horntónleikur - Undirvísing fyri útlendingum, orðblindum og deyvum Kvøldskúlin byrjar sum heild í viku 40, tó byrjar okkurt fyrr og okkurt seinni. Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku. Næmingar gjalda sjálvir møguligt tilfar. |