KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

27/8/2013 0 Comments

Føroya Handarbeiðsskúli byrjar aftur

Picture
Hesa vikuna byrjar Føroya Handarbeiðsskúliskúli aftur, og tey fyrstu skeiðini eru longu fullteknað, men pláss er eftir á øðrum spennandi skeiðum, sum fara at byrja í næstum.

Føroya handarbeiðsskúli, sum liggur í Klaksvík, bjóðar eina breiða viftu av ymiskum skeiðum innan handarbeiði við vælskikkaðm og útbúnum undirvísarum, og eru tað mangar kvinnur úr øllum landinum, sum luttaka á skeiðunum. Møguleiki at eisini at gista á skúlanum.



Tey fyrstu skeiðini í brodering eru fullteknað, men í næstum byrja eisini skeið í maksinbinding og tvey ymisk endurnýtsluskeið.

Um ein vil vita meira um Føroya handarbeiðsskúla, ber til at finna síðu okkara á facebook við at leita eftir: Føroya handarbeiðsskúli

5: Maskinbinding

Lær tína bindimaskinu at kenna.
Lær at koma í gongd at binda einkult pløgg.
Lær at kasta uppá, taka inn og út, lær at binda mynstur.
Og ymiskt annað.

Undirvísari á hesum skeiðum er:

Sunrid Hansen

Tilmelding: Tlf. 459330 og 252572

Kostnaður 400,- pr. skeið

Skeið 1:
Skeiðið verður hesar dagar:
vika 37, 9 sep. Til og við 13 sep.

7: Skapa nýtt úr gomlum og øll vanlig seyming
Seyma nýtt úr gomlum bundnum, cowboy og mongum øðrum og øll vanlig seyming.
Eisini fyri tey, sum ongantíð hava seymað áður.

Undirvísari á hesum skeiðum er Sólva Hansen

Tilmelding: tlf 455985 / 275356

Skeið 1:
Vikuskiftiskeið: 4/10- 5/10- 25/10- 26/10-15/11-16/11
Fríggjadag: 18.00- 22.00
Leygardag: 10.00- 16.00

Kostnaður 600,-


9: Endurnýtsla

Kom og seyma taskur, pungar, beltir og aðrar brúkslutir úr endurnýtslu-tilfari sum plastikposum, covboybuksum, leðurjakkum og ymiskum tøvdum.
Øll endurnýtslu-hugskot eru vælkomin

Undirvísarar á hesum skeiðum eru:
Lilliana Svøðstein
Anna Evensa Abrahamsen

Tilmelding: Tlf. 227632 / 457152 / 250925

Kostnaður: 600,-

Skeið 1:
Skeiðið verður mánadagar 9:00 – 15:00
2/9- 9/9- 23/9- 1/10- 21/10

http://nordlysid.fo/foroya+handarbeidsskuli+byrjar+aftur.html


0 Comments



Leave a Reply.

    RSS Feed

Picture
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli

Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]