KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning

Nýtt – Umvæling av føroyska bátinum

10/9/2013

1 Comment

 
Føroyskurbátur

Í ár hevur tað eydnast at gera eitt skeið í “Umvæling av føroyska bátinum”. Í fyrru helvt av seinastu øld vóru mangir bátasmiðir í Klaksvík, men tað er eingin loyna, at føroyskt bátasmíð er eitt útdoyggjandi handverk. Eisini at umvæla føroyskan bát er eitt handverk, sum fá bjóða seg fram at gera í dag. Tí fegnast vit um, at Janus Østerø, sum hevur umvælt føroyskar bátar í mong áratíggju, nú fer at hava eitt skeið í at umvæla føroyska bátin.


Skeiðið hevur ein teoretiskan part og ein praktiskan part. Teoretiski parturin fer fram í einari skúlastovu, har kunnað verður um ymiskt, sum er skrivað um bátin. Tann praktiski parturin av skeiðnum gongur fyri seg norðuri á Grótrætt, har Janus plagar at umvæla bátar. Vit vóna, at við hesum skeiðnum kunnu vit vera við til at varpa ljós hetta serstaka handverkið og halda lív í tí og harvið varðveita føroyska mentan.



1 Comment
Heini
12/9/2013 06:16:21 am

nær fer hetta fram? og er bátur skaffaður til endamáli? og hvat er prísurin fyri at vera við :)?

Reply



Leave a Reply.

    RSS Feed

Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli   Nólsoyar Pálsgøta 32   FO-700 Klaksvík   Tel. +298 216501   kvoldskuli@gmail.com