5. og 6. apríl verður spenandi sangskeið við Guðrun Sólju Jacobsen, Sine Sidsel Hanninen Frøslev (DK) og pianistinum, Christian Asmussen (DK). Skeiðið eitur Heildarteknikkur í sangi og verður í býráðshúsinum í Klaksvík. Fyri 10 árum síðani bleiv Guðrun Sólja Jacobsen landskend í Føroyum og Danmark, tá ið hon vann sangkappingina, Stjerne for en aften. Síðani tá hevur hon livað av at syngja og at undirvísa í sangi. Hon hevur givið tvær fløgur út og spælt á alskins pallum. Tá ið hon sang nógv, varnaðist hon, at røddin troyttaðist skjótt, og hon gjørdist hás. Tí søkti hon sær hjálp og fann ein teknikk, sum hevur hjálp henni at varðveitt røddina betur, so hon nú kann syngja í tímavís uttan at blíva troytt og hás. Tað er hendan teknikkin, sum Guðrun og Sine fara at undirvísa í. Hesin teknikkur er ikki bert fyri sangarar; hann kann eisini hjálpa øllum, sum brúka sína rødd nógv í talu. Guðrun hevur tikið trý ára útbúgving, sum sanglærari í Complete Vocal Institute i Keypmannahavn.
Tað er Klaksvíkar kvøldskúli, sum skipar fyri hesum skeiðnum, og Erik Biskopstø, leiðari, fegnaðst um, at tað bar til hjá Guðrun, Sine og Christian at koma til Klaksvíkar at halda slíkt skeið. Skeiðið kostar 600 kr. Tilmelding: [email protected] / tel. nr: 215826 Her eru upplýsingar um skeiðið: Heildarteknikkur í sangi (Komplet sangteknik) er ein sera áhugaverdur og góður teknikkur, sum gevur øllum møguleika at læra at syngja. Teknikkurin kann hjálpa tær við at nýta røddina rætt og vil geva tær møguleikar, tú kanska ikki visti, at røddin hevði. Teknikkurin nýtist ikki bert, tá tað verður sungið, men eisini tá tú tosar ella talar. Vit kunnu millum annað arbeiða við: - at fáa luft av ella á røddina - at stuðla tá tað verður sungið - at ikki blíva hás/-ur av at syngja - ljóðklangi (myrkum ella ljósum) - at skilja, hvussu kroppurin og sangurin hanga og arbeiða saman - at fáa fram boðskapin í sanginum - at náa teir heilt høgu og heilt lágu tónarnar - rútmu í sanginum - at fáa meira ella minni ljóðstyrki á røddina sí meira um Heildarteknik í sangi her:http://completevocalinstitute.com/vocal-technique/cvt-explained/ Skrá: Fríggjadagin 5. apríl 2013, kl.17:00 - 21:30 Vit byrja við at greiða frá hvussu vit arbeiða við hesum sang-teknikki, sum t.d at stuðla, tær 4 funktiónirnar (Neutral, Curbing, Overdrive og Edge) og ljóðklang. Aftaná kann ein og ein koma upp at syngja í uml 20 minuttir hvør. Til hetta hava vit dugnaliga pianistin, Christian Asmussen, at spæla undir, og fara at arbeiða við júst tí sum sangarin hevur brúk fyri at arbeiða við í sanginum. Øll vera vinarliga biðin um at hava valgt ein sang at syngja og hava klaver-nótar við til pianistin. Um trupuleiki er at finna nótar til sangin ella spurningar eru til hetta, kunnu tit skriva til [email protected]. Leygardagin 6. apríl 2013, kl.13:00 - 17:30 Vit fara stutt at takað samanum teknikkin, og annars svara teimum spurningum sum kunnu verða um sangin sum heild. Ein og ein fær møðuleika at syngja í uml 20 minuttir hvør. Til hetta hava vit dugnaliga pianistin, Christian Asmussen, at spæla undir, og fara at arbeiða við júst tí sum sangarin hevur brúk fyri at arbeiða við í sanginum. Øll vera vinarliga biðin um at hava valgt ein sang at syngja og hava klaver-nótar við til pianistin. Um trupuleiki er at finna nótar til sangin ella spurningar eru til hettar, kunnu tit skriva til [email protected].
0 Comments
Leave a Reply. |
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]