Her er ein av myndunum frá fotoskeiðnum. Fleiri myndir vera at síggja á framsýningini í Ósáskúlanum Dýra biðidag. Framsýningin er ókeypis.
0 Comments
22/4/2013 1 Comment Og tey seinastu penslastrokiniHer eru Guðrun Sólja, Sine og Christian, sum hetta vikuskiftið hava hildið skeið í "Heildarteknikki innan sang" í Klaksvík
5. og 6. apríl verður spenandi sangskeið við Guðrun Sólju Jacobsen, Sine Sidsel Hanninen Frøslev (DK) og pianistinum, Christian Asmussen (DK). Skeiðið eitur Heildarteknikkur í sangi og verður í býráðshúsinum í Klaksvík. Fyri 10 árum síðani bleiv Guðrun Sólja Jacobsen landskend í Føroyum og Danmark, tá ið hon vann sangkappingina, Stjerne for en aften. Síðani tá hevur hon livað av at syngja og at undirvísa í sangi. Hon hevur givið tvær fløgur út og spælt á alskins pallum. Tá ið hon sang nógv, varnaðist hon, at røddin troyttaðist skjótt, og hon gjørdist hás. Tí søkti hon sær hjálp og fann ein teknikk, sum hevur hjálp henni at varðveitt røddina betur, so hon nú kann syngja í tímavís uttan at blíva troytt og hás. Tað er hendan teknikkin, sum Guðrun og Sine fara at undirvísa í. Hesin teknikkur er ikki bert fyri sangarar; hann kann eisini hjálpa øllum, sum brúka sína rødd nógv í talu. Eitt av mongu skeiðunum í Kvøldskúlanum í vetur er modelsmíð. Her er ein mynd frá træsmíðstovuni í kvøld, har hesin báturin er í gerð
|
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]