KKS
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
  • Heim
  • Tilmelding
  • Føroya Handarbeiðsskúli
  • Myndasavn
  • Oyðubløð
  • Dátuverndarkunning
  • savn
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

2/9/2014 0 Comments

Tvey summarskeið á Syðradali í 2014

Picture
Tað er Paulina M.K. Eliasen, handarbeiðslærari, sum hevur doymt um í mong ár halda summarskeiðskeið í handarbeiði á Syðradali, har hon býr. Hon fegnast um, at hetta er blivin ein afturvendandi táttur, sum hevur fingið vaksandi undirtøku.

- Vit byrja hvønn morgun við morgunsangi, síðani gjøgnumganga vit ymiskt og so arbeiða kvinnurnar í hvør sínum lagi. Vit brúka báðar hæddirnar í skúlanum, og kvinnurnar kunnu sita sjálvar til út á kvøldið og arbeiða víðari. Skeiðið varir í eina viku, og kvinnurnar fáa nógv burturúr, sigur Paulina Eliasen.


Skeiðini er skipað undir Klaksvíkar kvøldskúla
 - Hetta er ein áhugaverdur máti at skapa lív og trivnað á útoyggj í summartíðini, har friðurin og vakurleikin kunnu geva góðan íblástur. Vit royndu hetta fyrstu ferð í 2012, og undirtøkan hevur verið vaksandi, so í ár høvdu vit tvey skeið, sigur Erik Biskopstø, leiðari.

0 Comments

10/12/2013 1 Comment

Væleydnað skeið - "Fínari matgerð fyri kvinnur" við William West

Skeiðið "Fínari matgerð fyri kvinnur" við William West fekk sera góða undirtøku og frætta vit frá skeiðslutakararnum, at tær høvdu sera nógv at læra og at skeiðið ikki einans var sera væl fyriskipað, men eisini at tað var læruríkt og stuttligt at matgerða saman við William West. Skeiðið er deilt upp í tveir partar. Seinni parturin verður í døgunum 30.-31. januar 2014.
1 Comment

6/10/2013 0 Comments

Vera Larsen: Bæði sosialt og læruríkt at ganga í Kvøldskúla

Picture
Eg havi gingið til máling hjá Archa tey seinastu árini. Annars havi eg eisini gingið til brodering hjá Juttu (føroysk klæðir) og sum heilt ung gekk eg til seyming hja Ruth. Eisini var til eitt stutt skeið í sponskum hjá Sofíu Arge. Mær hevur altíð dámað sera væl at gingið í kvøldskúla - serliga til Máling. Tað er bæði sosialt og lærurikt. Sikkurt tí at mær dámar væl tað kreativa og vildi læra meira um ymiskt, so sum at seyma, brodera, mála og ja – spanskt,

Vil tú mæla øðrum til at taka okkurt skeið í Kvøldsúlanum?
Ja, sjálvandi vil eg tað! Tað, sum er deiligt við kvøldskúla er, at øll kunnu koma, og grundin til at eg fór, var, at eg vildi vita meira, hvat man skuldi brúka og hvussu man blandar litir, setir litir saman, ger mynstur o.s.fr. So eg havi havt góðar royndir av at ganga á kvøldskúla.

0 Comments

10/9/2013 2 Comments

Nýtt – Umvæling av føroyska bátinum

Føroyskurbátur

Í ár hevur tað eydnast at gera eitt skeið í “Umvæling av føroyska bátinum”. Í fyrru helvt av seinastu øld vóru mangir bátasmiðir í Klaksvík, men tað er eingin loyna, at føroyskt bátasmíð er eitt útdoyggjandi handverk. Eisini at umvæla føroyskan bát er eitt handverk, sum fá bjóða seg fram at gera í dag. Tí fegnast vit um, at Janus Østerø, sum hevur umvælt føroyskar bátar í mong áratíggju, nú fer at hava eitt skeið í at umvæla føroyska bátin.


Skeiðið hevur ein teoretiskan part og ein praktiskan part. Teoretiski parturin fer fram í einari skúlastovu, har kunnað verður um ymiskt, sum er skrivað um bátin. Tann praktiski parturin av skeiðnum gongur fyri seg norðuri á Grótrætt, har Janus plagar at umvæla bátar. Vit vóna, at við hesum skeiðnum kunnu vit vera við til at varpa ljós hetta serstaka handverkið og halda lív í tí og harvið varðveita føroyska mentan.



2 Comments

30/8/2013 0 Comments

Nú byrjar væl dámdi fimleikurin aftur fyri foreldur og børn í Kvøldskúlanum

Picture

0 Comments

27/8/2013 0 Comments

Føroya Handarbeiðsskúli byrjar aftur

Picture
Hesa vikuna byrjar Føroya Handarbeiðsskúliskúli aftur, og tey fyrstu skeiðini eru longu fullteknað, men pláss er eftir á øðrum spennandi skeiðum, sum fara at byrja í næstum.

Føroya handarbeiðsskúli, sum liggur í Klaksvík, bjóðar eina breiða viftu av ymiskum skeiðum innan handarbeiði við vælskikkaðm og útbúnum undirvísarum, og eru tað mangar kvinnur úr øllum landinum, sum luttaka á skeiðunum. Møguleiki at eisini at gista á skúlanum.




Read More
0 Comments

7/7/2013 1 Comment

Sera væleydnað summarskeið

Picture


Í hesari vikuni, tá ið so nógv ring tíðindi vóru at hoyra um okkara útoyggjar, so skipaði Klaksvíkar kvøldskúli í samstarvi við Føroya handarbeiðsskúla fyri einum sera væl eydnaðum summarskeiði innan ymiskt handarbeiði í skúlanum á Syðradali á Kalsoynni. 12 kvinnur ymsastaðni frá í landinum tóku lut og hugnaðu sær eina viku í skúlanum á Syðradali. Lærari er Paulina M. K. Eliasen, sum býr í Syðradali og er útbúgvin handarbeiðslærinna. Við at hava slíkt skeið á útoyggj, so gevur tað fleiri av skeiðsluttakarunum høvi til at búgva á útoyggj eina viku og savna seg 100% um handarbeiðið. Hetta er aðru ferð, at skipað hevur verið fyri slíkum summarskeiðið, og tað hevur verið fullteknað báðu ferð


1 Comment

9/5/2013 1 Comment

Listaskeið í málningalist við Birger MøllerLike

Picture

1 Comment

29/4/2013 0 Comments

Listaskeið

Picture
Birger Møller heldur tvey skeið í málningalist í mai fyri ávegis- og víðarikomin. Evnið er "Meget ro". Lille figur.

Myndirnar verða uppbygdar av modernaðum teknikkum og málaðar á stórt lørift. Á skeiðunum verða akrylfarvur brúkar.

Skeið 1: 
frí. 24. mai - kl. 16 til 22
ley. 25. mai - kl. 9 til 15
sun. 26. mai - kl. 9 til 15

Skeið 2:
mán. 27. mai - kl. 16 til 22.
týs. 28. mai - kl. 16 til 22.
mik. 29. mai - kl. 16 - 22.

Kostn. 900 kr
Tilmelding: [email protected] / tel. 215826
Stað Klaksvíkar listaskúli



Read More
0 Comments

25/4/2013 0 Comments

Málningalist

Picture

0 Comments
<<Previous

    RSS Feed

Picture
Klaksvíkar kvølds- ungdóms- og listaskúli

Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Tel. +298 216501
[email protected]